FM finala verður á ólavsøku

5-mannafør kvinnur: Í dag vann Firvaldur sannførandi sigur ímóti Erlu Kongsdóttir

FFirvaldur av Tvøroyri vann spennandi kappingina millum 5-mannaførini við kvinnum. Hetta var annar báturin hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, sum vann ídag. Tistil vann tíðliga seinnapartin barnaróðurin hjá gentum.

 

Erla Kongsdóttir endaði á øðrum plássi, og harvið er lagt upp til FM finalu á ólavsøku millum Firvald og Erlu Kongsdóttir. Tann, sum verður fremri av hesum báðum bátunum, verður FM vinnari.

 

Erla Kongsdóttir, Firvaldur, Tjaldrið og Tekla løgdu seg beinanvegin framum hinar bátarnar, og tað vóru hesir bátarnir, sum góðan part av teininum vóru rættiliga javnir. Firvaldur stakk seg so framum hinar, og tann einasti, sum av álvara hevði hug at bjóða av, var Erla Kongsdóttir. Men tað var bara í eina lítla løtu.

 

Firvaldur var eina bátslongd undan Erlu Kongsdóttir, og Tjaldrið vann kappingina um bronsuplássið ímóti Teklu.

 

1Firvaldur05:49.26700
2Erla Kongsdóttir05:51.42600
3Tjaldrið05:55.42500
4Tekla05:58.06400
5Blikur06:04.00300
6Tambar06:09.18200
7Frúgvin06:18.37100
8Spógvin06:18.40000
9Malunarhav06:19.12000
10Ritan06:23.09000
11Báran06:30.36000
12Junkarin06:38.00000

 

 

 

FM støðan

 

1 Firvaldur                          39

 

2 Erla Kongsdóttir            38

 

3 Blikur                               25

 

4 Tjaldrið                            23

 

5 Tekla                                19

 

6 Tambar                            14