FM í fimleiki er í dag

Í dag klokkan 16 verður føroymeistarakapping fyri gentur, kvinnuunglingar og kvinnur í Høllini á Hálsi í Havn.

 

Liðini, sum kappast um heiðurin verða gentur, kvinnuunglingar og kvinnur, frá Havnar Fimleikafelag, Ljósinum, Støkk og Flog. Frá Fimleikasambandinum siga tey, at spenningur er í hásæti, tí liðini eru sera jøvn í bólkunum, ja bert marginalar skilja tær, so einki er avgjørt.

 

Gullvinnarin kann bæði eita HF, Ljósið, ella Støkk. Hetta er seinasta kappingin í ár í estetiskum fimleiki, tó halda liðini áfram at venja.

 

Kvinnuliðini hjá HF og Støkk hava avgjørt at luttaka í HM, sum verður í Spania 26 og 27 mai.