Tað er trónuskifti í fótbóltinum ídag. Víkingur, sum vann FM í 2016 og 2017 er gestur í Gundadali.
Vertur er nýggja FM liðið HB, sum eftir dystarlok fer at fáa handað gullkrónur og FM steypið, sum liðformaðurin Jógvan Rói Davidsen fer at taka ímóti.
Eingir vita betri enn Víkinga spælararnir, hvørjar kenslur fara at kennast í HB spælarunum, tá ið teir saman við viðhaldsfjøldini fara at fegnast um 23. FM heitið, tí tað hava teir í Víkingi roynt tvey tey seinastu árini.
Teir hava átt stóran leiklut í framúr kappingarárinum hjá HB, men í dag vera Tróndur Jensen og Brynjar Hlödvarsson ikki á HB liðnum. Teir eru skaddir.
Bartal Wardum og Magnus Egilsson eru skaðadarvaðir, men teir vera á listanum ídag.
Hjá Víkingi er Adrian Cascaval farin av landinum, Heðin Hansen er ikki við, og Sølvi Vatnhamar er framvegis darvaður av skaða í rivjabeinum.
HB hevur tvær ferðir fyrr í ár vunnið 2-1 ímóti Víkingi – 17. mars í Gundadali og 13. mai í Sarpugerði.











