Tað var endurtøka av kappingini, sum fyri viku síðani gekk fyri seg á vestanstevnu í Sørvági, tá ið 6-mannaførini við monnum kappaðust á fjarðastevnu í Vestmanna ídag.
Munurin var tann, at meðan Hvessingur var fyrstur á mál í Sørvági, so var tað í dag Smyril, sum var fyrstur á mál.
Í startspuretinum var púra javnt, og tað var javnt og reið um snarið allan túsund metra teinin.
Tá ið teir fóru undir endaspurtin var tað framvegis sera stórur spenningur, og tað var ikki fyrrenn í síðstu tøkunum, at tað var greitt, at Smyril var eitt vet undan grøna bátinum úr Sundalagnum.
Úrslitið ber við sær, at Smyril nú er fýra stig undan Hvessingi í FM kappingini, og harvið eru vágbingar stórfavorittar á ólavsøku at tryggja sær FM heitið.
Lómur av Argjum legði bargdliga fyri, og tað eydnaðist argjamonnum at vinna bronsuplássið frammanfyri Riddaran úr Miðvági.
1 Smyril 05.02.23
2 Hvessingur 05.03.07
3 Lómur 05.11.18
4 Riddarin 05.15.13
5 Fortuna 05.17.19
6 Gongurólvur 05.22.22
Støðan
Støðan
1 Smyril 41
2 Hvessingur 37
3 Fortuna 24
4 Gongurólvur 19
5 Páll Fangi 10
6 Riddarin 7
7 Lómur 4
8 Strálan 3