FM er á veg til Klaksvíkar

10-mannafør: Tað var enn eina ferð tætt og spennandi, og sum undanfarna ferðirnar endaði tað við, at Klaksvikingur var reystastur og treystastur. Tað eru tvær kappingar eftir. Klaksvíkingur er fimm stig undan Vestmenningi, og tá ið tað ikki eru fleiri enn tríggir bátar, sum taka lut, so slepst tað ikki undan, at FM heitið skal enda í Klaksvík. Tað fer tað at gera, um favorittarnir koma á mál i tveimum teimum síðstu róðrunum.

Sjálvsagt vilja favorittarnir vilja FM við maner, og tað vil siga við eisini at vinna tvær tær síðstu ferðirnar.

Sjálvandi vilja vestmenningar eftir góðan róður í fimm teimum fyrstu kappingunum verða uppaftur betur, nú kappróðrarárið er farið at styttast.

Tí kann roknast við tættari kapping á Skálafjørðinum og á Ólavsøku.

Á stutta teininum í dag var Vestmenningur væl við. Fyrstu metrarnar var hann kanska á odda, og tað var ikki fyrrenn málið var hálvrógvið, at Klaksvíkingur stakk seg framum, og á málinum var munurin ein stórur skutur. Vestmenningur hekk væl í, og vestmenningar gjørdu eina seinastu roynd at bjóða av, men hesa ferð eydnaðist tað ikki.

Hoyvíkingur vardi enn eina ferð bronsuplássið.

 

 

 

1 Klaksvíkingur 04:13.02

2 Vestmenningur 04:14.14

3 Hoyvíkingur 04:22.19

 

Støðan

1 Klaksvíkingur 35

2 Vestmenningur 30

3 Hoyvíkingur 25