FM er á veg í HB húsið

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki var 3-0, og so var spurningurin bara, hvussu stórur sigurin fór at vereða ímóti Víkingi, sum tapti fyri fyrstu ferð í tríggjar mánaðir

Víkingur í Gundadali og NSÍ í Gundadali. Tað vóru forðingarnar, ið vórðu sæddar sum einastu møguleikarnir fyri, at HB skuldi snáva.

Í dag var Víkingur gestur hjá HB. Víkingur hevði vunnið sjey dystir á rað, men í dag var einki at gera hjá Víkingi í Gundadali.

Tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin, var HB frammanfyri við 3-0. So var spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin fór at verða. Tað endaði 4-0. HB skoraði fjórða málið, tá ið ein tími var farin.

At HB ikki vann størri sigur komst fyrst og fremst av, at heimamenninir og stóru FM favorittarnir tóku sær meiri av løttum síðsta tíman. Tað mundi ikki vera nøkur orsøk at leika seg í, tá ið leiðslan var trý mál.

Hørður Askham setti hol á longu í triðja minutti, tá ið hann var fyrstur á returbólti, og átta minuttir seinni smekkaði Adrian Justinussen við skoti úr 18 metrum bóltin dygst inn við stólparótini.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki setti Mikkel Dahl bóltin í málið av brotsteigarmarkinum eftir at Dan í Soylu sera snilt hevði spælt hann leysan.

HB hevði fleiri góðar málmøguleikar, og Elias Fagrá í málinum hjá Víkingi bjargaði fleiri ferðir rættiliga væl. Kanska kundi hann havt vart fyri, tá ið okkurt av málunum í fyrra hálvleiki fór ígjøgnum.

Hilmar Leon Jakobsen økti til 4-0 við stútara eftir horna.

Víkingur vísti seg ikki at vera skikkað hjá FM favorittunum, og síðstu løtuna vísti HB venjarin, at hann ikki var nøgdur við, at hansara menn høvdu hug at taka sær av løttum.

Úrslitið ber við sær, at nýggi venjarin hjá Víkingi, Jóhan Petur Poulsen, hevur tapt fyri fyrstu ferð. Tað býr ivaleyst nógv í ungu monnunum, men avrikið og úrslitið í Gundadali í dag vísti, at tað er langt – heilt langt – frá Víkingi og fram til toppin.

HB fer næsta ár næstan heilt víst at luttaka í europeisku meistarakappingini. Víkingur er á fimta plássi  Tað eru níggju stig fram til NSÍ, sum er á triðja plássi. Tað resta fýra umfør, og tað er mest sum greitt, at um Víkingur næsta ár skal sleppa upp í part í europeiskum høpi, so verður tað neyðugt at vinna finaluna um løgmanssteypið.