Toppliðið HB fær í dag vitjan av botnliðnum 07Vestur. Setningurin hjá vágaliðnum er í hvussu so er at vinna tríggjar av teimum fýra dystunum, sum eru eftir at spæla. Tað eru átta stig og verri málmunur fram til KÍ, sum í løtuni eru á 8. plássi. Um bjargingarroyndin skal eydnast hjá 07Vestur, so skal KÍ ongan dystin vinna aftrat.
Uppgávan kennist mest sum ómøgulig, og 07Vestur er farið at brynja seg av nýggjum, nú Hegga Samuelsen er settur at venja lokala liðið trý tey næstu árini.
HB legði mikukvøldið rygg til 2-1 tap á Argjum. Síðani stutta summarsteðgin hevur úrtøkan verið fjúrtan stig burturúr átta dystum. Tað ljóðar ikki av nógvum, men tað skal ganga illa, um tað ikki skal eydnast at fáa FM heitið til høldar.
Um HB einsamalt skal syrgja fyri at vinna gullkrónurnar, so er neyðugt at vinna tveir dystir og eina ferð at spæla javnt. HB eigur 07Vestur og TB á heimavølli og ÍF og NSÍ á útivølli. Tá er atlit ikki tikið til, at møguleiki er fyri, at ÍF missir okkurt stigið í fýra teimum seinastu umførunum.
Tá ið 07Vestur í 5. umfari var í Gundadali, eydnaðist tað vágamonnum at verja seg til málleysan javnleik.
HB-07Vestur: Dagfinn Forná í dag klokkan 15.00.