FM í einkultstarti

Leygardagin verður kappast um FM-heitið í einkulstarti

Súkkling

 

Kappingarnar verða í ár hildnar í Vágum. Vanliga hava hesar kappingar verið hildnar í Havn, har súkklað hevur verið til Kaldbak og aftur, men vegna nógvu ferðsluna, sum er á hesum vegastrekki, verður tað ikki mett sum ráðiligt at halda kappingini har.

Teinurin er frá FK í Miðvági, eftir Vatnavegnum og niðan í brekkuna móti Flogvøllinum og aftur til FK í Miðvági. Hesin teinurin skal súkklast tríggjar ferðir. Kappast verður í hesum bólkum, bæði kvinnur og menn: Sjálv kappingin byrjar klokkan 13.