Nú er greitt nær FM í dart verður. Tað verður tann 27. apríl, og hesaferð verður kappast í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Í FM luttaka 32 teir bestu menninir og átta tær bestu kvinnurnar. Harumframt verða eisini finalur í liðkapping og í tvímansleiki.
Fyrstu dystirnir eru longu fyrrapart, og út á kvøldið, tá ið avgerandi dystirnir verða spældir, verður bara ein dystur í senn, og teir verða bæði stroymdir og vístir á stórskíggja í hølinum.
- Ætlanin er at skapa rættan dartstemning í Mentanarhúsinum hetta kvøldið, siga fyrireikararnir.
- Tí vóna fyrireikararnir, at nógvir áskoðarar møta upp í Mentanarhúsinum at hyggja eftir okkara bestu dartspælarum, so vit kunnu fáa veruligan FM-stemning út í hvønn krók í landinum, siga teir.