Borðtenniskappingin byrjar nú klokkan 10 við unglingum bæði hjá kvinnum og monnum, umframt meðaldeildini hjá monnum, har leikt verður, til føroyameistararnir eru funnir í ein- og tvímansleiki.
Skipanin er síðani tann, at nummar eitt til fýra í einmansleiki og tey bæði fremstu pørini í tvímansleiki hava kvalifiserað seg at spæla víðari í meistaradeildini, sum byrjar at kappast klokkan 13, har kappast verður fram til finalurnar, sum síðani verða leiktar í felags tiltakinum leygardagin.
Hetta verður í Badmintonhøllini, har finalurnar í judo og badminton eisini verða spældar.