FM í Boccia og svimjing

Árligu føroyameistarakappingarnar hjá ÍSB vórðu hildnar fyri góðari viku síðani, og í sama sambandi vórðu ársins svimjarar avdúkaðir

Fyri góðari viku síðani skipaði ÍSB fyri FM-kappingum í boccia og svimjing. Tilsamans vóru eini 40 luttakarar, og umframt hesi vóru eisini heilt fitt av áskoðarum komin at hyggja og fylgja við, hvussu leikur mundi fara.

Endaligu úrslitini í boccia kappingunum vóru hesi:


Fyri rørslutarnað

1. Jóannis Ziska

2. Jógvan Tellin

3. Marius Johansen


Fyri menningartarnað

1. Unn Mortensen

2. Elvin Weihe

3. Jonhard Haraldsen


Eftir svimjikappingina vóru ársins svimjarar eisini kosnir. Hjá kvinnunum fall valið á Duritu Strøm, meðan Símun Petur Zachariasen varð kosin til ársins svimjara á mannfólkasíðuni.