FM í boccia 2005

Um vikuskiftið skipaði ÍSB fyri FM-kapping í boccia, og gekk hetta fyri seg í Ítróttarhøllini á Hálsi.
Maud Wang Hansen, nevndarlimur í Javna, setti kappingina, og so fóru teir nærum 100 luttakararnir at kappast. Hetta er samstundis higartil størsta boccia-kappingin, sum hevur verið í Føroyum. Spælt varð í fimm bólkum, og framganga úrslitini niðanfyri.

Barnabólkurin:
1Dánjal Jákup Djurhuus
2Jann Dávur Dam
3Tummas Ejdesgaard

Systkin:
1Christoffur Dam
2John M. Haraldsen
3Joanna J. Poulsen

Bólkurin fyri menningartarnað:
1Símun Petur Zachariasen
2Hentzia Hansen
3Jan Lindberg

Rørslutarnað vaksin:
1Marius Johansen
2Martin Johannesen
3Jóhanna Sørensen

Pensionistar:
1Karl Simonsen
2Marianna Simonsen
3Samly Reinert