Billard
Liðkappingin í billard er nú av á hesum sinni. Úrslitið gjørdist, at Klaksvíkar Klubbi gjørdist føroyameistari fyri lið, Billardfelags Kaggans vann silvur og Vágs Billardfelag bronsuna. Havnar Klubbi má tungu leiðina niður í 2. deild.
Á føroyameistaraliðnum eru Kristian Sune Høgnesen, Ólavur Kjølbro og Sonhard Johannesen. Á nr. 2 liðnum eru Bjarni Skaalum, Jan Müller og Steinbjørn í Dali og á nr. 3 liðnum eru Birgir Jacobsen, Tórur Holm og Sámal P. Johannesen
Støðan í 2. deild er tann, at fleiri av dystunum eru ikki spældir. Sum er liggur Havnar Klubbi á odda, Kaggin nr. 2 og Fuglafjrøður nr. 3. Men HK hevur spælt fleiri dystir enn hini liðini. Billardsambandið metir í løtuni um støðuna og er tað enn óvist, hvussu endin verður og hvør verður nr. 1,2 og 3.
Klaksvíkingar vunnu 3. deild. Nr. 2 varð Vágur og nr. 3 Kaggin.









