FM-biðlar bresta saman

Tað eru tvey feløg, sum hava sagt alment í vetur, at tey skulu vinna føroyameistaraheitið. Tað eru EB/Streymur og Víkingur. Hesi liðini, sum greiddu sínar uppgávur í Gundadali í steypakappingini síðsta vikuskiftið, spæla við Margáir í dag.

 

EB/Streymur kom illa frá byrjan í fjør. Sundalagsmenn mistu fleiri stig beinanvegin, og tað var høvuðsorsøkin til, at liðið ikki rakk ovasta tindinum.

 

- Tað er sera umráðandi fyri okkum at byrja væl, og vit leggja nógv fyri í dag. Vit vita, at vit skulu vera klárir beinanvegin, sigur Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi.

 

Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingur, ger greitt, at liðið skal í øllum førum vinna sær evropeiska luttøku næsta ár. Gull stendur ovast á breddanum.

 

- Tað verður ein torfør uppgáva við Margáir ikki í dag, men hon verður ikki ómøgulig at loysa, sigur hann.

 

Dysturin millum EB/Streym og Víking byrjar klokkan 17.00.