FM badmintonkapping fyri lið

Leygardagin 11. februar vóru Badmintonhøllin og KÍ-høllin í Klaksvík karmur um FM fyri lið. Tilsamans høvdu 14 lið úr HBF og KBF meldað til kappingina. Spælt varð í aldursbólkunum U11, U13, U15 og U17/19.

 

Byrjað varð tíðliga á morgni, tí tilsamans skuldu 100 dystir spælast.

 

Í einum liðdysti verða 5 dystir spældir - einmansleikur harrar, einmansleikur kvinnur, tvímansleikur harrar, tvímansleikur kvinnur og blandaður tvímansleikur. Annað liðið skal vinna tríggjar dystir, fyri at vinna stigið.

 

Tað er altíð spennandi at spæla FM fyri lið, tí at tað er øðrvísi enn, tá ið leikarin er einsamallur á vøllinum. Nú hava leikararnir liðfelagar, sum stuðla og heppa, og kýta øll seg á vøllinum.

 

Heiðursmerkini fullu soleiðis:

 

U11

 

Gull: KBF - Gunnhild, Hansina, Betuel og Aron

 

Silvur: HBF blátt - Boas, Róaldur, Árni, Ida og Sanna

 

Bronsa: HBF reytt - Jóel, Benjamin, Bera og Tórgerð

 

U13

 

Gull: KBF 1 - Heidi, Jennhild, Jónas og Emil

 

Silvur: HBF reytt - Óðin, Hákun, Øssur, Tóra, Brynja og Arnfríð

 

Bronsa: HBF blátt - Baldur, Sólfinnur, Páll, Nina, Sára, Emilia og Rosa

 

U15

 

Gull: HBF blátt - Tóki, Heini, Beinir, Sarita og Naomi

 

Silvur: HBF reytt - Jafet, Símun, Ørvur, Hansina og Inga Guðrin

 

U17/19

 

Gull: HBF blátt - Ári, Asbjørn, Sanna og Mia

 

Silvur: KBF - Bjarnhild, Oddbjørg, Ranja, Bjarti, Leivur og Jákup

 

Bronsa: HBF grønt - Sjúrður, Kristoffur, Birna og Julianna

 

Komandi vikuskifti 18. og 19. februar skulu leikararnir aftur í eldin. Tá er síðsta grand-prix kapping á skránni, og verður hon í Badmintonhøllini í Havn. Tá skulu grand-prix vinnararnir av teimum 5 kappingunum, sum hava verið í vetur, finnast í øllum aldursbólkum frá U11 til tey vaksnu. Yngru leikararnir spæla leygardagin, og tey vaksnu sunnudagin.

 

Myndir av heiðursmerkjavinnarunum eru viðfest

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##