Nú kl.17.00 byrjaði innleiðandi FM-kappingin í badminton. Finnast skulu finaluluttakarar í blandaðum tvímansleiki, tvímansleiki og einmansleiki, sum leygardagin skulu spæla finalur á stóra finaludegnum hjá badminton, borðtennis og judo.
Leikararnir eru styrkismettir. Hjá monnum er verandi meistarin, Benjamin Gunnarstein, styrkismettur ovast, og honum á baki eru Niclas Eysturoy, Magnus Dal-Christiansen og Rógvi Poulsen.
Hjá kvinnunum er Brynhild D. Carlsson styrkismett sum nummar eitt, meðan Kristina Eriksen er styrkismett sum nummar tvey. Verandi føroyameistarin, Rannvá D. Carlsson, luttekur ikki í ár.
- Eg eri vísur í, at kappingin í ár fer at geva okkum nakrar tættar og nervapirrandi dystir við badminton á høgum støði, tí føroyskt badminton er í rívandi menning – bæði teir spælarar, sum dagliga venja í Føroyum, og eisini teir, sum í longri ella styttri tíðarskeið venja uttanfyri Føroyar, sigur Erik Engelbrecht Thomsen, formaður í Badmintonsambandi Føroya.