Leygarmorgunin klokkan átta verður kappast um FM heitið hjá teimum vaksnu og eftir at øll eru komin á mál, sleppa børn at royna seg. Hetta verður klokkan tíggju.
Børnini kunnu tilmelda seg á staðnum, tvs. við nýggju kirkjuna í Hoyvík, meðan tey vaksnu skulu melda til á heimasíðuni hjá Tórshavnar Súkklufelag, ið er www.tsf.fo