Komandi vikuskifti skulu føroyskir súkklarar aftur í eldin. Leygardagin verður kappast um FM-heitið í Býarkoyring og sunnudagin verður kappast um FM-heitið fjallasúkklu.
Kappast verður um FM-heitið í Býarkoyring og avgjørt er, at sama ruta, ið bleiv nýtt til úttøkukappingina til Oyggjaleikirnar á Rhodos 2007, verður brúkt.
Kappingin fer sostatt fram á Velbastað. Startur og mál verður við Eggvirkið á Velbastað, og koyrt verður fyrst niðan eftir, síðan til høgru oman eftir Landsvegnum, til høgru eftir ovaravegi á Velbastað, og so á mál við Eggvirkið. Hesin teinur er umleið 3 km langur. Tá kappast verður í Býarkoyring verður ofta koyrt í 1 tíma pluss eitt umfar. Leygarmorgunin verður koyrt í 45 minuttir pluss eitt umfar.
Tá kappast varð á hesum teini áðrenn farið var til Rhodos í fjør, var tað júst Torkil, ið vann kappingina.
Kappingin byrjar kl. 08.00 leygarmorgunin. Seinasta freist at tilmelda seg kappingina er fríggjakvøldið kl. 20.00. Hetta verður gjørt við at ringja til til kappingarleiðaran, ið er Geyr Gilsteinsson, telefon 267197.
Fjallasúkkling sunnudagin.
Sunnudagin verður, eins og í fjør, koyrt uppi við vakra økið kring Studentaskúlan í Hoydølum. Í vetrahálvuni súkkla føroysku súkklararnir nógv á MTB súkklum, og kappingin sunnudagin er kanska byrjanin til vetravenjingina.
Børn sleppa eisini at royna seg sunnudagin, og meðan tey vaksnu og unglingar byrja kl. 13 so byrja kappingarnar millum børnini kl. 14.
Børnini kappast í trimum bólkum, og kappst verður millum gentir og dreingir:
Bólkur I: yngri enn 9 ár
Bólkur II: 9 til 11 ár
Bólkur III: 12 til 14 ár
Les meira á www.tsf.fo