FM í býarkoyring

Komandi sunnudag verður kappast í FM í býarkoyring í Havn

Kappingin verður sunnumorgunin klokkan 8.30 uttanfyri Føroya Tele uppi á Hálsi, og kappingin verður fyri allar aldursbólkar.
Hetta er triðja og seinasta FM-kappingin hjá unglingum og vaksnum í ár, tó hava børn enn eina einkultstartskapping til góðar.
Ta? hevur ligi? sera væl fyri hjá unglinginum Torkil Veyhe í ár, og roknast
kann tí vi?, at hann aftur fer at gera um seg sunnumorgunin. Hjá teimum
vaksnu hava Esmar Joensen og Eli Christiansen fyrr sta?i? seg væl í hesum
slagi av súkklukappingum! Esmar hevur fyrr vunni? á bæ?i Boga Kristiansen og
Gunnar Dahl-Olsen, og Eli gjørdist nr. 2 á Ólavsøku, frammanfyri Esmar.
Torført ver?ur allarhest hjá Christian Guttesen, sum sí?sta leygardag
gjørdist nr. 2 í FM í Landavegskoyring, at gera seg galdandi sunnudagin.
Hetta tí at vinstri armur framvegis er vavdur inn í gips. B?arkoyring er ein
meira tekniskt súkklugrein, og tí fær hann allarhelst trupulleikar í øllum
svingunum.
Á hvørjum ári ver?ur kappast í trimum FM-kappingum, og kappast ver?ur í somu
kappingum sum kappast ver?ur í á Oyggjaleikum.

Kappast ver?ur í:

* Einkultstarti (30 km)
* Landavegkoyrg (uml. 100 km)
* B?arkoyring (50 min. pluss eitt umfar)

Kappast ver?ur altso hjá gentum, dreingjum, kvinnum og monnum.

Bólkarnir eru hesir:

Bólkur I: 1996 til 1998
Bólkur II: 1993 til 1995
Bólkur III: 1990 til 1992
Ungdómur: 1987 til 1989
Vaksin: 1986 og eldri

Hetta er sum sagt seinasta FM-kapping hjá unglingum og vaksnum í ár, men um
hálvan september fara átta súkklarar (unglingar og vaksnir) til Ísland at
kappast móti íslendingum - Tour de Iceland!
Føroysku súkklararnir fara sjálvandi at royna at endurtaka bragdi? frá í
fjør, tá føroysku súkklararnir vunnu "landsdystin" móti Íslandi. Tá eru
f?ra kappingar á skránni.