Stjørnan-Neistin 24-21 (13-12)
Nervin var í næstu FM-finaluni frá fyrsta til seinasta bríksl.
Eftir lúsingin í Havn mátti og skuldi Stjørnan vinna heimadystin móti Neistanum, sum hinvegin kundi vinna FM við einum javnleiki.
Og bæði liðini spældu fyri sínum møguleika. Hóast Stjørnan fyri tað nógva helt seg eitt og tvey mál frammanfyri, so var trýstið frá Neistanum sjónligt. Avbjóðararnir spældu so sanniliga fyri sínum møguleika, og fullsetta høllin fekk rættan valuta fyri pengarnar.
Trýstið á liðunum báðum var eisini sjónligt seinastu løtuna av dystinum. Við støðuna 22-20 skiftust liðini um at misnýta møguleikar, og fjeppararnir hjá liðunum báðum skiftust um at halda ondini.
Tað eydnaðist tó Stjørnuni at skora til 23-20, tá Simona Petersen sendi brotskast í málið, og so var ov knøpp tíð hjá Neistanum at vinna seg aftur.
Leygardagin verður so triðja finalan millum nú moyru spælararnar. Og verður talan um dyst av sama slag, sum áskoðararnir sóu í dag, verður talan um satt brak, sum setir punktum fyri FM-kappingini.