Fótbóltur
Oddaliðið gjørdi sítt á heimavølli. EB/Streyma sigurin á KÍ gjørdist serliga søtur, tá ið tveir teir næstu kappingarneytarnir – B36 og Víkingur – dumpaðu. Harvið øktist munurin frá toppinum og niður til næsta kappingarneytan, sum nú er meistaraliðið NSÍ, til tíggju stig.
Tað vil siga, at nú skulu tað í minsta lagið fýra umfør til at fáa fatur á gullfavorittinum. Minnini frá fyrraárinum spøkja sjálvsagt, og tí er tað væl skiljandi, um tey í Sundalagnum avgjørt ikki kanna sær bitan, áðrenn hann er svølgdur, men hesa ferð fer tað ikki at kiksa.
EB/Streymur er komið yvir soltna skeiðið, sum teir vóru í kring altjóða luttøkuna, og nú er tað rættiliga sannlíkt, at fyrsta FM heitið nakrantíð verður komið í Sundalagið, áðrenn september mánaður verður av.
24. umfar verður leygardagin 27. og sunnudagin 28. september. Um EB/Streymur vinnur trý stig tríggjar tær næstu ferðirnar, tá ið teir fara at fáa vitjan av B68, ÍF og Víkingi, so kemur FM heitið til høldar við javnleiki í Runavík 28. september ella dagin fyri mikkjalsmessu. Tað hevði ikki verið so galið hjá teimum úr Kollafirði og til Tjørnuvíkar, Gjáar og Oyndafjarðar, um tey kundu farið undir at ganga fjøllini uttan at hava ampa av FM spurninginum!
B36 misti silvurplássið í Fuglafirði. Fuglfirðingar megnaðu fyrr í summar 1-1 í Gundadali, og nú fóru teir við øllum ímóti árstalsfelagnum, sum tvær tær seinastu ferðirnar hevur havt stórar trupulleikar at finna málið hjá mótstøðuliðnum. 22. juni tapti Víkingur á Svangaskarði. Síðani hevur tað gingið sum eftir ánni, men nú var tað aftur B68, sum spældi silvurdreymunum í Gøtu og Leirvík eitt puss.
NSÍ og HB hava als ikki verið roknað at hava verið so væl fyri, sum tað frammanundan varð roknað við. Nú eru tað hesi bæði, sum manna bíligari heiðursmerkjaplássini, og tað kann ikki annað enn boða frá – lutfalsliga í hvussu so er – góðum avrikum.
B68 og ÍF vunnu fult ímóti favorittunum. Úrtøkan ber við sær, at sannlíkið fyri leygardagsfótbólti næsta ár á Toftum og í Fuglafirði minkaði heilt nógv.
Skála og B71 eru framvegis niðast og harvið mest uppløgdu boðini upp á niðurflyting. Hvussu tað verður við tí, fer at verða meiri greitt, tá ið trý tey næstu umførini verða avgreidd. Eingin mundi hava roknað við, at KÍ skuldi vinna úrtøku í Streymnesi, men hini úrslitini lagaðu tað soleiðis, at tað nú er størri trýst á klaksvíkingum, sum ikki tola at tapa næstu ferð. Mánakvøldið skal KÍ út á Skála, í 22. umfari, sum verður 14. september, skal Skála suður á Sand, og í 23. umfari skal B71 til Klaksvíkar.
Tað er rættiliga sannlíkt, at FM stríðið – um tað ber til at tosa um kapping – verður avgjørt á mikkjalsmessu. Um tað í hinum endanum verða KÍ og Skála, KÍ og B71 ella B71 og Skála, sum skulu flyta niður, verður neyvan avgjørdur fyrrenn eina ferð í oktober.