KAPPRÓÐUR: Sætti og næstsíðsti FM kappróðurin verður seinnapartin á Fjarðastevnu, sum hesa ferð er á Strondum.
Tað er greitt, at FM heitini í fleiri kappingum verða avgjørd í dag. Tríggir bátar hava vunnið allar fimm róðrarnar, og um tað eydnast teimum at vinna ella vera millum teir fremstu aftur í dag, so verða teir FM vinnarar. Talan er um 6-mannafarið Riddaran við monnum, 8-mannafarið Argjabáturin og 10-mannafarið Klaksvíkingur.
Eisini í kappingini millum 5-mannafør við gentum er góður møguleiki fyri, at tað í dag verður avgjørt, hvør verður FM vinnari. Hvassi er stórfavorittur.
Fjarðastevna er fjórða hvørt ár á Strondum. Fyrsta ferðin var í 2007. Tað vil siga, at hesin róðrarteinurin hevur bara verið royndur eina ferð áður.
Endamálið er á Hulki, og tað verður róð inn eftir fjørðinum. 1000 metra málið er við Sjógv, og 2000 metra málið er hinumegin fjørðin - stutt innanfyri Saltnes.
Veðrið at rógva kapp er ikki so galið. Hann er landnyrðingur í ættini. Tað vil siga, at hann liggur inn á stýriborðsbógv. Vindmegin á Skálafjørðinum er nú undan middegi sambært lv.fo 4-6 metrar um sekundið, hitastigini eru 12, og tað regnar.
KLOKKAN 13
Barnaróður gentur
05 Havfrúgvin
06 Royndin Fríða
07 Hulda
08 Blikur
09 Jallurin
10 Ørnin
11 Pílur
12 Tambar
13 Firvaldur
Barnaróður dreingir
05 Silja
06 Frúgvin
07 Junkarin
08 Firvaldur
09 Spógvin 1G
10 Fípan Fagra
11 Pílur
12 Havfrúgvin
KLOKKAN 15
5-mannafør dreingir
02 Sandingur
03 Pílur
04 Sílið
05 Frúgvin
06 Teistin
07 Drekin
08 Jallurin
09 Royndin Fríða
10 Havfrúgvin
11 Blikur
12 Erla Kongsdóttir
13 Svanur
14 Fípan Fagra
15 Firvaldur
16 Tjógvin
6-mannafør kvinnur
07 Herningur
08 Gongurólvur
09 Hvessingur
10 Jarnbardur
11 Páll Fangi
5-mannafør kvinnur
06 Teistin
07 Blikur
08 Jallurin
09 Junkarin
10 Beinta
11 Falkur
Old Girls
6-mannafør menn
06 Tvørabáturin
07 Skúgvur
08 Lómur
09 Riddarin
10 Smyril
11 Gongurólvur
12 Húsfrúgvin
5-mannafør gentur
06 Sílið
07 Spógvin
08 Erla Kongsdóttir
09 Hvassi
10 Beinta
11 Ørnin
12 Tambar
8-mannafør
07 Miðvingur
08 Ørvur
09 Argjabáturin
10 Nevið Reyða
11 Kvívíkingur
10-mannafør
08 Vestmenningur
09 Klaksvíkingur
10 Hoyvíkingur










