FM í amboðsfimleiki um vikuskiftið

Føroyameistarakappingin í amboðsfimleiki fyri yngru fimleikararnar, verður í Ítróttarhøllini á Hálsi um vikuskiftið

Ítróttarhøllin á Hálsi í Havn verður komandi vikuskifti karmur um føroyameistarakapping og amboðsfinalur í amboðsfimleiki, sum Føroya Fimleikasamband skipar fyri saman við Havnar Fimleikafelag og Ljósinum.
Leygardagin 14. apríl verður føroyameistarakapping í amboðsfimleiki fyri pinkur, gentur, piltar og dreingir. Kappingin verður í ítróttarhøllini á Hálsi og byrjar kl. 13:00.
Sunnudagin verða amboðsfinalurnar, har føroyameistarar verða funnir í hvørjum amboði fyri seg. Kappingin sunnudagin byrjar kl. 15:00.
Fimleikararnir fara báðar dagarnar at kappast á gólvinum og í lopi. Harafturat kappast pinkurnar og genturnar á bitanum, og piltarnir og dreingirnir kappast í ringunum.