Tað er Føroya Fimleikasamband sum saman við Havnar Fimleikafelag og Ljósinum skipar fyri tiltakinum.
Leygardagin verður føroyameistarakapping í amboðsfimleiki fyri pinkur, gentur, piltar og dreingir, og verður byrjað klokkan 13.
Sunnudagin verða amboðsfinalurnar, har føroyameistarar verða funnir í hvørjum amboði fyri seg. Kappingin hendan dagin byrjar klokkan 15.
Fimleikararnir fara báðar dagarnar at kappast á gólvinum og í lopi. Harafturat kappast pinkurnar og genturnar á bitanum, og piltarnir og dreingirnir kappast í ringunum.