Leygardagin 16. august verður kappast í 30 km einkultstarti. Hesaferð stendur kappingin bert millum unglingar og vaksin.
Tórshavnar Súkklufelag hevur aftur hesa ferð valt at súkkla sama teinin, sum kappast hevur verið á seinastu nógvu árini. Teinurin er úr Havn til Kaldbak og aftur til Havnar.
Startur og mál er við Plantusøluna við Hvítanesvegin. Vent verður nakað áðrenn "nýggja" byggistigið í Kaldbak.
Ein orsøk til at koyrt verður sama tein er sjálvandi fyri at hava møguleika at samanbera tíðirnar ár eftir ár, og fylgja við um menning er innan súkklingina.
Sterka síðan hjá Rógva Johansen er avgjørt einkultstartur, og hann eigur tí metið á hesum 30 km langa teini. Metið er 41 minuttir og 5 sekundir. Men væl gekk hjá Gunnar Dahl-Olsen og Sverra Mohr Edvinsson í fjør og megnaðu teir báðir at betra um sítt persónliga met so mikið, at hesir nú eru tætt við bestu tíðina hjá Rógva.
Gunnar koyrdi teinin uppá góðar 42 minuttir til FM í fjør, meðan tíðin hjá Sverra lá um góðar 43 minuttir.
Báðir ætla sær sjálvandi fyrst og fremst at gerast føroyskur meistari, men stuttligt hevði sjálvandi verið, at sláa trý ára gamla metið hjá Rógva. Báðir eru tó samdir um, at skal nýtt føroyskt met setast, ja so skulu nógvir "brikkar" fella uppá pláss komandi leygardag. Toppformurin skal rakast, veðrið skal vera tilvildar og onki óhapp má henda.
Enn hevur onki konufólk stilla upp í hesum "aldursbólkum" í ár, men møtur onkur upp, eru hesi hjartaliga vælkomin.
Kappingin byrjar kl. 15.00, og allir luttakarar skulu møta upp kl. 14.00.
Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá TSF, sum er: www.tsf.fo.
So gongur slag í slag. Leygardagin 23. august verður kappast í 100 km landavegsúkkling og leygardagin 30. august verður kappast um FM-heitið í býarsúkkling.
Um hálvan september skulu føroyskir súkklarar til Íslands at kappast ímóti bestu súkklarunum úr Íslandi.










