FM 2003 Atlantic Airways Cup

Sterkasti landsliðsbólkur nakrantíð og metluttøka við yvir 90 luttakarum, harav umleið 40 unglingar. Soleiðis kann FM 2003 í Havn, sum verður í døgunum 12-19. apríl, í stuttum lýsast

Talv

Freistin at tekna seg til FM, gekk út fríggjadagin 4. apríl. Seinastu dagarnar kom veruliga glið á á tilmeldingarnar, og fleiri enn nakrantíð fara, tá FM-starstkotið verður komandi leygardag í Læraraskúlaauluni, at royna seg á teimum 64 puntunum.
Sum tað sæst á yvirskriftini, er Atlantic Airways høvuðstuðul í kappingini. Ein tøkk til føroyska flogfelagið, sum mangan hevur givið føroyskari telving eina hjálpandi hond, og verið ein góður samstarvsfelagi seinastu árini hjá Talvsambandi Føroyum og feløgum kring landið.
Besti føroyingur verður kosin føroyameistari, hóast hesin endar aftanfyri útlendingarnar. Seks útlendskir tittulhaldarar telva við í ár í fremsta bólki, fyri at gera tað møguligt hjá føroyingum at ogna sær IM-normar.

Flóvin við aftur
Havnarmaðurin Flóvin Tór Næs hevur ikki luttikið í FM síðani á Oyrarbakka í ár 2000. Tá gjørdist hann føroyameistari, eftir umdyst við IM John Rødgaard og Torbjørn Thomsen. Hansara styrkital liggur nú á røttu síðani av 2300-markinum, og er hann ein av favorittunum um at gerast FM. Flóvin hevur telvað væl í seinastuni, eitt nú tá hann í januar mánaða bleiv nr. 2 í Keypmannahavnarmeistaraskapinum.
Nógvir eru tó um boðið. Eitt nú hevur Heini Olsen ætlanir um at vinna sítt sætta FM-heitið, og sum næsthægsti rataði føroyingur, skuldi ligið væl fyri. Hans Kristian Simonsen, Eyðun Nolsøe, Martin Poulsen og Ólavur Simonsen hava, eins og Flóvin og Heini, allir góðir møguleikar.
Síðani er eitt lítið ratingknekk niður til hinar fýra føroyingarnar, sum eru við í fína flokkinum, nevnliga Torbjørn Thomsen, Carl Eli N. Samuelsen, Jóan Hendrik Andreasen og Finnbjørn Vang (vinnari av 1. bólki í fjør). John Arni Nilssen og John Rødgaard eru ikki við, men hóast tað, er miðalratingtalið á føroyingunum methøgt, 2205.

Spennandi bólkar
Í 1. bólki, sum tíggju telvarar manna, er talan heldur ikki um nakran greiðan favoritt. Fýra telvarar hava yvir 2100, sum er óhoyrt nógvir tá talan er um 1. bólk. Hesir eru Heini Danielsen, Bogi Ziska, Olaf Berg og Rani Nolsøe. Hesir og Terji Petersen (2079), eru sjálvsagt millum favorittarnar, men eisini Herluf Hansen (1981) kann bíta frá sær.
Eftir 1. bólk er ein almennur opin 2. bólkur. Stuttligt er at síggja, at veteranin Jákup Thomsen, okkara fyrsti formaður í Talvsambandi Føroyar, og sum mangan fyrr hevur umboðað Føroyar í Talvolympiadum, roynir seg í hesum bólki. Jákup hevur leikt á 3. deildarliði hjá Havnini í vetur við góðum úrslitum, og hevur helst fingið blóð uppá tonnina. Hann vann annars veteranbólkin í fjør á Giljanesi.
Síðani FM á Oyrarbakka, hevur veteranbólkurin verið afturvendandi. Tá vann Hans Petersen, í 2001 vann Dánjal Petur Højgaard og í fjør vann sum sagt Jákup Thomsen. Í ár eru Luitjen Apol og Súni Ziska helst favorittar. Aðrir sterkir telvarar fara at royna seg í hesum hugnaliga bólki, og tí kunna Luitjen og Súni vænta mótstøðu frá eitt nú Gunnar Joensen og Helga Joensen. Veteranarnar, sum allir skula vera yvir 50 ár, telva seks talv yvir tríggjar dagar, har hvør telvari hevur ein tíma til alt talvið.

Unglingabólkurin
Spurningurin er um allir telvarar passa inn í auluna í Læraraskúlanum, tí ikki færri enn eini 37-40 unglingar hava teknað seg! Tað er tó ikki heilt óvæntað, tá vit seinastu tvey árini hava sæð ein alsamt vaksandi áhuga fyri talvi millum børn og ung. Gleðiligt, og gevur hetta okkum øðrum góðar vónir um eina bjarta framtíð fyri føroyska telving.
Favorittur at verða unglingaføroyameistari, er helst Rani Baldursson úr Klaksvík, sum eisini hevur umboðað Føroyar í NM fyri unglingar og hevur eisini hægsta ratingtal í bólkinum.
Serliga koma nógvir av unglingunum úr Vestmanna Talvfelag og Havnar Telvingarfelag.

Paringin fyri 1. umfar í landsliðsbólkinum:

1IM John Shaw ? Ólavur Simonsen
2Martin Poulsen - IM Kim Pilgaard
3IM Christian Jepson - Hans Kristian Simonsen
4Eyðun Nolsøe - GM Heikki M. J. Westerinen
5IM Eirik Gullaksen ? Torbjørn Thomsen
6Carl Eli Nolsoe Samuelsen - Flóvin Tór Næs
7Heini Olsen - Jóan Hendrik Andreasen
8Finnbjørn Vang ? IM Sævar Bjarnason