FM 2000 á Hafnia

Talv: Avgjørt er at FM umdysturin verður telvdur á Hotel Hafnia. Fyrsta talvið verður í morgin kl. 14.00

Talvsamband Føroya hevur leitað leingi eftir rætta staði til dystin millum IM John Rødgaard, Flóvin Tór Næs og Torbjørn Thomsen. Miðað varð eftir einum sentralum staði í Havnini, og við sera góðum treytum frá miðbýarhotellinum Hotel Hafnia, verður umdysturin leiktur har.

Telvarnir telva í rúmi fyri seg sjálvar, meðan Hafniasamkomuhøllin verður áskoðarrúm. Settur verður upp stórskíggi har talvini verða víst beinleiðis við viðmerkingum. Møguleiki verður eisini hjá áskoðarum at hugna sær við snartalvi og øðrum, eftirsum tað ikki ávirkar ta veruligu telvingina. Ikki bert verða talvini víst beinleiðis á stórskíggja, men eisini kring knøttin verður møguligt at fylgja við. Í samstarvi við Hotel Hafnia verða talvini vist beinleiðis á alnetinum. Meir um hetta á www.sam-teld.fo/talv, og www.hafnia.fo.

Í morgin verða tað Torbjørn og Flóvin sum sessast yvir av hvørjum øðrum. Leygardagin telva John og Torbjørn og hvítusunnudagin leika Flóvin og John tað seinasta talvið.

Um profillýsing skal gerast av hesum trimum telvarum, so kann sigast stutt, at John er ultrapositionellir telvari, hann er sum einasti føroyingur altjóða meistari, er sera ringir at vinna ímóti og hevur nógvar góðar altjóða royndir. Flóvin er sera energiskur telvari, ger nógv við telving og hevur hann vunnið telvarar sum eru styrkismettir hægri enn John. Torbjørn er ?stjørnuskotið? í hesum trýmanshøpi. Eingin hevði væntað at hann kom so langt í ár, men hansara heldur óteoretiska telving knekkaði flestu telvarar í ár.

Hava tit áhugað í telving- ella eru stødd í miðbýnum, støkki so inn á gólvið hjá Hotel Hafnia um vikuskiftið til ein sera spennandi FM dyst.

Umframt Hotel Hafnia hevur Føroya Tele stuðlað tiltakinum.


Norðoyastevnudysturin og Sting

Síðani 1997 hava havnarmenn og klaksvíkingar telva liðdystir á ávíkavist norðoyastevnu og ólavsøku. Sum oftast hava heimaliðini vunnið og í ár varð einki undantak. Havnarmenn komu við sterkari manning til Klaksvíkar, men eins og Havnarbáturin á norðoyastevnu so rakk hendan manning ikki ytst til tindars. Heili 6-2 varð úrslitið til klaksvíkingar.

Sting er heimskendur tónleikari, men hugsa kann hann eisini og hevur hann tí bjóða heimsins besta telvara, Gary Kasparov at telva móti sær og sínum tónleikarabólki. Kasparov hevur tikið av tilboðnum. 29. juni fer Kasparov sostatt at telva simultantalv ímóti Sting og hansara fólki. Fáí meir at vita á heimasíðuni hjá Kasparov, www.kasparovchess.com sum eisini fer at vísa talvið millum Sting og Kasparov beinleiðis.