Sum vant skipar DSF ? deildarsambandið fyri súkkling og frælsan ítrótt ? fyri renning á 21,1 km teininum, sum er helmingurin av tí klassiska teininum millum Marathon og Athen.
Hendan renningin verður tó skipað undir nakað øðrvísi viðurskiftum í havnargøtum leygardagin 8. mai.
Byrjað verður klokkan 13.00 niðri við Bursatanga. Luttakararnir skulu møta klokkan 12.30.
Teinurin, sum er góðar 5 km, skal rennast fýra ferðir. Runnið verður niðan á Tinghúsvegin, runt um bygningin hjá Føroya Tele og Sparikassan, og oman á Bursatanga. Síðani verður runnið yvir við Strond til tyrlupallin, har vent verður heim aftur til Bursatanga, har málið er.
Renningin er helst ein kærkomin møguleiki at royna seg hjá teimum føroyingum, sum verða við á 1/2 maraton kappingini í oyggjaleikunum á Gotlandi fyrst í juli mánaði. Eisini hjá teimum, sum fyrr hava runnið teinin og her kunnu betra um sína gomlu tíð, og hjá teimum, sum á fyrsta sinni ætla at royna seg á hesum langa teini. Øll eru vælkomin við, tó verður mælt frá, at fólk yngri enn 16 ár renna hendan rættiliga langa teinin.
Í fjør gjørdist Guttormur Sørensen úr Treystinum føroyameistari hjá monnunum, meðan Rigmor Napoleonsdóttir Joensen úr Bragdinum vann hjá kvinnunum. Tey kunnu tó vænta sær væl harðari mótstøðu enn tey fingu í fjør, tí hini bæðu umboðini hjá Føroyum á 1/2 maraton á Gotlandi í summar, Sølvi R. Hansen úr Roysninum og Sunnuvá Bjarnastein úr Bragdinum, vera bæði við í ár.
Nú tá rennast skal sama ruta fýra ferðir, liggur væl fyri hjá áhugaðum at fylgja við renningini við tað, at rennararnir koma átta ferðir fram við Bursatanga, har bæði byrjað og endað verður.