3st, Moby the Pink Pilot og Oniontree vóru bólkarnir, ið komu víðari í fyrsta innleiðandi umfari av FM?08. Leygarkvøldið var fyrsta innleiðandi umfar av tónleikakappingini, og næsta leygarkvøld 29. november verður næsta innleiðandi umfar.
Tá verða tað hesir bólkarnir, ið fara at kappast:
Collapse
Fatigue
Jónsvein
Reverb
Rúni Hansen
Aranea
Serenity
Moustache
Finalan verður 6. desember í Reinsarínum









