Flytur úr B36 og í stóra óvissu

Tobias Christensen er sáttmálabundin í Vendsyssel, har pengakassin er skralltómur

Hann var leigaður úr Vendsyssel FF og til B36 fram til og við 30. juni 2021. Nú er hann leysur av sáttmálanum. Tað skilst á keldum í B36, at felagið vildi ógvuliga fegið hava, at leigusáttmálin varð longdur, men B36 var ikki áhugað í hesum, og onnur føroysk hava heldur ikki verið áhugað, tá ið tað hevur verið fregnast eftir, um tey vóru áhugað í at leiga framrættaða spælaran.

 

Undan hesum kappingarárinum skrivaði B36 sáttmála við tríggjar danskar spælarar. Miðverjin Lukas Enevoldsen og miðvallarin Mathias Thrane eru sáttmálabundnir at B36 alt hetta kappingarárið. Tobias Christensen var leigaður frá Vendsyssel FF í næstbestu donsku deildini fram til fyrsta juli.

 

27 ára gamli Mathias Thrane vísti seg beinanvegin at vera fongur á miðvøllinum, og 28 ára gamli Lukas Enevoldsen hevur eftir eitt sindur trilvandi byrjan og skaðasteðg seinastu vikurnar av álvara markerað seg í miðverjuni.

 

26 ára gamli Tobias Christensen varð sagdur at hava góðan bóltførleika og at vera kvikur spælari, ið kann røkja flestu framrættaðu pláss á vøllinum – bæði mitt fyri og í borðunum. Hann var skaðadarvaður, tá ið hann í vetur kom til B36, og tað hevur verið torført hjá honum at liva upp til tað, sum varð roknað við og vónað.

 

Tølini siga, at hann hevur verið við í 11 dystum, og at hann er skiftur inn fýra ferðir, fýra ferðir skiftur út, og at hann hevur skorað tvey mál – eitt í 5-0 sigrinum á útivølli ímóti ÍF og eitt í 3-1 útisigrinum ímóti B68. Tá ið B36 fríggjakvøldið spældi málleysan javnleik á heimavølli  ímóti KÍ, var Tobias Christensen á beinkinum alla tíðina.

 

Nú Tobias Christensen flutti úr B36 og aftur til Vendsyssel FF, er fótbóltsliga framtíðin rættiliga óviss.

 

Alt segðist vera so ljósareytt, tá ið sveisiskir íleggjarar yvirtóku felagið. Nú eru teir stungnir av við pengakassanum, venjarin og hjálparvenjarin hava sagt upp, og sambært tv2.dk eru bara 13 spælarar sáttmálabundnir at felagnum. Óvist er, um teir fara at fáa løn, og eingin venjingardystur er avtalaður. Sambært skipanini skal Vendsyssel FF spæla fyrsta landskappingardystin 25. juli á útivølli ímóti Esbjerg fB.

 

Í dag veit nordjyske.dk at siga, at tað verður arbeitt við lokalari loysn at endurreisa felagið, eftir at útlendsku eigararnir eru stungnir av við kassanum.