Flytingarvindeygað letur aftur í dag

Manchester United selur helst flottasta garnið í søgu felagsins

Í kvøld letur flytingarvindeygað aftur í flestu av londunum í Evropa. Tað merkir, at hetta er seinasti møguleikin at styrkja hópin til seinnu hálvu, ella sleppa av við spælarar, ið eru óynsktir.

 

Tað er nakað síðani, at hesin dagurin var ein tann størsti í kalendaranum hjá fótbóltselskarum, tí feløgini tykjast hava betri tamarhald á støðini nú, enn fyri nøkrum árum síðani. Onkrar flytingar eru á veg, men væntandi brestur ongin bumba í dag.

 

Onkur stórkeyp eru gjørd, men í tveimum av førinum er talan um avtalur, ið fyrst koma í gyldi til komandi kappingarár. Her er talan eitt nú um Christian Pulisic (Borussia Dortmund til Chelsea) og Frenkie de Jong (Ajax til FC Barcelona), sum báðir hava skrivað undir, men skifta fyrst í summar.

 

Nakað hevur eisini verið skrivað um brasilska vongin hjá Chelsea, Willian. Her skulu bæði FC Barcelona og nú PSG vísa áhuga fyri vonginum. Paris Saint-Germain verður uttan Neymar í upp til 10 vikur, og ynskja landsmannin sum avloysara til Champions League dystirnar móti Manchester United.

 

Og júst Manchester United er í holt við at selja ein av meiri umstríddu spælarunum í felagnum. Marouane Fellaini hevur verið bæði elskaður og hartaður í felagnum. Hann kom til, tá Sir Alex Ferguson gavst, og hevur onkursvegna verið ein ímynd av fallinum hjá Manchester United.

 

Tó hevur hann eisini havt góðar løtur. Seinastu tvey árini hevur hann fingið stórt álit frá José Mourinho, men síðani Ole Gunnar Solskjær kom til, hevur hann bara sitið á bonkinum. Hann sigst nú verða ávegis til Kina, sum tó ikki fær notið gott av tiltikna stóra garninum hjá belgiska miðvallaranum, tí hann hevur latið krúllurnar falla!

 

Arsenal hevur eisini kunngjørt, at felagið hevur leigað Denis Suarez úr FC Barcelona. Flytingarvindeygað fyri føroysku feløgini er opið enn.