Flytingarvindeygað er opið: Her er tað nýggjasta

Sum altíð tá flytingarvindeygað er opið, eru nógvar leysarsøgur um spælaraskifti

Trippier til spanskan fótbólt

Trippier er eftir øllum at døma í Spania í løtuni fyri at fullfíggja sítt skifti frá Tottenham til Atletico Madrid. Flestu miðlarnir meta, at avtalan kemur at kosta 180 milliónir krónur. 28 ára gamli verjuleikarin hevur havt eitt trupult kappingarár og hevur til tíðir havt tað ringt við at byrja inni fyri London-felagið. Trippier er hóast alt ein framúr góður fótbóltspælari og møguliga er eitt skifti til spanskan fótbólt júst tað, honum tørvar.

##med2##

- Eg vil byggja rundan um Pogba.

Tos hevur verið í alt summar um, at dagarnir hjá Poul Pogba í Manchester United eru taldir. Enn er óvist, um leikarin spælir við Manchester United komandi kappingarár, og nógvir miðlar gita, at Real Madrid fær franskmannin á sítt lið komandi kappingarár. Poul Pogba hevur eisini verið í miðlunum og sagt soleiðis um støðuna:

- Eg haldi at nú er tíðin komin til eina nýggja avbjóðing.

Í gjár segði norski Manchester United-venjarin, Ole Gunnar Solskjær, soleiðis um 26 ára gamla franksmannin:

- Pogba er ein fantastiskur persónur og ein ótrúliga góður fótbóltsleikari. Hann hevur arbeitt væl saman við liðfeløgunum hesa seinastu vikuna. Hevur tú slíkan spælara á liði tínum, byggur tú liðið rundan um hann, tað sigur seg sjálvt.

##med3##