Flytingargluggin er latin upp

Frá hesum degi av kunnu føroysk feløg aftur skriva sáttmála við nýggjar leikarar.

Eitt av teimum mest spennandi tíðarskeiðunum í fótbólti er, tá ið feløg kunnu keypa leikarar sínamillum. Í stóru, evropeisku fótbóltskappingunum er tað almenn vitan, at flytingargluggarnir hjá leikarunum at skifta feløg í eru í januar og um summarið, har seinasta freist hjá feløgum at keypa og selja aloftast er 31. august.

 

Í Føroyum er skipanin nakað øðrvísi.

 

Sáttmálabundnir leikarar kunnu frítt skifta feløg um veturin, tá ið kappingin liggur still. Fyrri flytingargluggin í ár var opin heilt til 16. mars, áðrenn seinasta freist hjá feløgum at skriva sáttmálar við leikarar hjá øðrum feløgum fór. 

 

Seinni flytingargluggin er júst latin upp í dag. Hetta merkir, at leikarar, sum fyrr í ár hava verið sáttmálabundnir við øðrum felagi, eru tøkir at skriva sáttmála við nýtt felag. Nøkur feløg hava longu skrivað sáttmálar við nýggjar leikarar, ið frá hesum degi eru tøkir at spæla.

 

Serliga hevur AB gjørt um seg. Dion Splidt, Jobin Drangastein og Símin Hansen byrjaðu allir kappingarárið í øðrum feløgum ella uttanlands, men hava seinni skrivað sáttmála við AB. Hesir leikarar hava allir lov at spæla í dystinum hjá AB í vikuskiftinum, sum er ímóti HB.

 

Eisini hevur NSÍ skrivað sáttmála við nýggjar spælarar - miðvallararnar Betuel Hansen og Høgni Madsen. Høgni Madsen hevur sostatt møguleika at spæla við fyri fyrstu ferð í kvøld, tá ið NSÍ og KÍ hittast í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini. Betuel Hansen er framvegis í Danmark, har hann ger seg lidnan við miðnámspróvtøkum, áðrenn hann kemur til Føroya at spæla fótbólt.

 

Helst kann væntast, at onnur feløg eisini fara at styrkja um hóparnar komandi tíðina. Flytingargluggin í føroyskum fótbólti er opin til og við 13. juli.