Flytingar á flogvøllinum

Atlantsflog og Flogfelag Føroya fara í næstum at skifta um avreiðsluhøli á flogvøllinum. Og bankin verður burtur

Umleið hálvan januar ella so broytist myndin í terminalinum a flogvøllinum. Tá fer Flogfelag Føroya, sum í árvís hevur hildið til beint við síðuna av innskrivingardiskinum, at flyta yvir um gólvið í hølini, sum Atlantsflog hevur hinumegin. Og vitiligt fer Atlantsflog so at yvirtaka hølini, sum Flogfelagið higartil hevur hildið til í.
Grundin er tann, sigur Finnbogi Niclasen, flogvallarovasti, at virksemið hjá Flogfelagnum er minkað so munandi, síðan Maersk Air gavst at fúgva, at mett verður ikki, at hølini standa mát við virksemið.
Hinvegin er virksemið hjá Atlantsflogi vaksandi, og tí verður hetta umbýtið nú framt, sigur hann.
Flogfelag Føroya hevur kortini okkurt virksemi eftir á flogvøllinum sjálvum, vísir Finnbogi Niclsen á. Til dømis er Flogfelagið umboð fyri oljuveitaran til flogførini, og hevur nokk so fitt av virksemi av tí.
Tá »nýggja« danska flogfelagið DAT fer at flúgva í Vágar í næstu viku, fer Flogfelag Føroya at vera umboð hjá teimum. Men tað verður rættilig avmarkað tíðarskeið í fyrsta umfari, sigur Finnbogi Niclasen.
Føroya Banki, sum altíð hevur havt deild á flogvøllinum, fer nú eisini at flyta, og verður deildin avloyst av eini maskinu, sum fer at býta føroyskar pengaseðlar um við aðrar seðlar, fólk vil hava.
Áhaldandi tíðindi vilja eisini vera við, at skifti verður í cafeteria á flogvøllinum í næstu framtíð. Eitt hotel skal loysa annað av sum cafeteriavertur á flogvøllinum i Vágum, vilja tíðindini vera við.
Í løtuni er tað Hotel Lonin á Eiði, sum rekur cafeteria og kioskina á flogvøllinum. Men nú frættist áhaldandi, at Hotel Vágar fer at yvirtaka hesa tænastuna.
Men hvørki Finnbogi Nclasen, flogvallarovasti, ella Kári Hentze, leiðari á Hotel Vágum, vilja vátta hesi tíðindi. Tó viðganga báðir, at eitt skifti er upp á tal, og at Hotel Vágar er við í kappingini um at sleppa at reka cafeteria og kioskina á flogvøllinum í Vágum.