Flytifuglar kunnu bera fuglakrímið við sær

Í Kasakhstan hava myndugleikarnir staðfest, at fólk eru vorðin sjúk av fuglakrími, sum kom hagar við villum flytifugli. Tað sama kann henda á okkara leiðum.

Higartil hevur tað verið ein gáta, hvussu fuglakrím kann hava breitt seg úr Kina til Mongolia, Kasakhstan og Russlands, tí hesi londini keypa ikki kinesiskar høsnarungar. Men nú halda myndugleikarnir í Kasakhstan, at teir hava loyst gátuna. Sjúkan er komin við villum flytifugli.

Fuglakrímið hevur gjørt um seg í Ki9na og fleiri londum í Landssynningsasia við jøvnum millumbilum, síðani sjúkan bleiv staðfest fyrstu ferð í Hongkong í 1997. Til fyri stuttum hildu vísindafólk, at sjúkan breiddi seg við høsnum ella høsnakjøti, sum bleiv flutt ímillum lond, men nú er greitt, at villur flytifuglur kann bera smittuna við sær á sínum árligu ferðum. Í Kasakhstan hava myndugleikarnir staðfest, at minst 9.000 fuglar eru deyðir eru deyðir av fuglakrími, sum er komið við flytifugli.

Tíðindini haðani hava fingið fleiri lond í Evropa at brynja seg ímóti sjúkuni. Í Niðurlondum hava fólk fingið forboð fyri at nærkast flytifugli, og allir tamir fuglar skuldu haldast innandura. Í Týsklandi verða líknandi tiltøk ætlandi sett í verk um stutta tíð, og í Fraklandi hava myndugleikarnir biðið fólk ansa eftir, at tamir fuglar ikki koma í samband við flytifugl.

Spurningurin er so, at flytifuglar eisini kunnu bera smittuna við sær til londini á okkara leiðum. Norski yvirlæknin Bjørn Iversen sigur við Dagsavisen, at, at enn er lítil vandi fyri, at flytifuglar kunnu bera fuglakrímið við sær úr Sibir til Noregs, tí tað er sjáldan, at fuglur ferðast tann vegin.

-Harafturímóti kann vandi vera fyri, at sjúkan breiðir seg úr Sibir til evropeiska meginlandið, og at hon so kemur við flytifuglinum til Noregs næsta ár, sigur Bjørn Iversen.