Klaksvík:
Í øllum vindinum fríggjamorgunin sóust børn og vaksin fara til gongu oman eftir Bøgøtu við flytikassum og skógvareólum. Frítíðarskúlin Sornhúsið hevur hildið til uppi á loftinum í KÍ høllini, men nú fer hann framyvir at halda til í hølunum hjá Klaksvíkar Húsmøðrafelag, sum liggur heilt stutt frá KÍ høllini.
Stutti teinurin millum hølini bæði gjørdi tað møguligt hjá børnunum og teim vaksnu at flyta nógv av innbúgvinum sjálvi. Hetta bleiv so ein stuttligur háttur at flyta, har børnini fingu høvi at verða við.
Men tað var fitt av vindi fríggjamorgunin, so eina løtu sá tað út til at vera trupult at fáa skógvareólirnar at makka rætt. Tær høvdu hug at fara við vindinum, so tey vaksnu noyddust at halda fast. Men tað var tó ikki nakar trupulleiki, tá samanum kom, og nógv varð flent hesa løtuna.
Børnini gingu so hugagóð millum KÍ høllina og nýggju hølini við flytikassum, sum vóru fullir av klæðum, leikum og øðrum frá frítíðarskúlanum.
65 børn saman við starvsfólkunum kunnu sostatt gleða seg til at byrja í nýggju hølunum hjá frítíðarskúlanum, sum er undir dagstovninum Mylnuhúsið, mánadagin.










