Flytið ítróttahøllina

Somikið greið er áheitanin frá lærararáðnum í Hoyvíkar Skúla, sum halda ætlaðu plaseringina av nýggju ítróttahøllini í Hoyvík vera bæði misprýðandi og vandamikla. Enn hava lærararnir tó einki svar fingið

Lærarararáðið í Hoyvíkar Skúla hevur nú mótmælt ætlaðu gerðini av nýggju ítróttahøllini í Hoyvík.

Orsøkin til mótmælið er tó ikki, at nakar av lærarunum hevur nakað ímóti, at høllin verður bygd. Hinvegin er tað tann sannroynd, at lærararniongantíð eru kunnaðir í málinum, sum elvir til misnøgd, og harumfrmat meta teir, at ætlaða plaseringin av høllini er burtur úr vón og viti.


Ongantíð kunnaðir

Heini Nygaard, sum er formaður í lærararáðnum í skúlanum, sigur við Sosialin, at tað, sum lærararnir serliga eru ónøgdir um, at teir á ongan hátt eru eftirspurdir ella kunnaðir í málinum.

- Sjálvandi høvdu vit hoyrt fólk tosað um, at høllin skuldi liggja har og har, men fyrsta formliga kunningin, sum vit hava fingið, var tá arbeiði at gera høllina varð boðið út, sigur Heini Nygaard.

Hann leggur eisini dent á, at tey sjálvandi ikki hava nakað sum helst ímóti ger av ítróttahøll í Hoyvík. Tvørturímóti eru tey sera fegin um hetta stigið, men eftir teirra fatan er arbeiðshátturin skeivur.

Heini leggur afturat, at tað nú eru lidnar tvær vikur, síðani ein áheitan um fund við Býráðið um málið varð send, men ikki er líkt til, at hetta letur seg gera. - Einasta vit higartil hava hoyrt, er ein telefonsamrøða, har greitt varð frá, at tað í løtuni ikki var gjørligt at fáa ein slíkan fund í lag, tí viðkomandi persónar vóru ikki tøkir.


Skeiv plasering

Eisini eru lærararnir ónøgdir um, at høllin eftir ætlan skal byggjast framman fyri skúlan, ístaðin fyri at hon verður sett á økið í ein landnyrðing úr skúlanum, sum upprunaliga er ætlað sum ítróttaøki.

Tvinnar orsøkir eru til, at lærararnir ikki vilja hava høllina framman fyri skúlan. Onnur er, at um høllin verður bygd niðanfyri skúlan, fer henda avstað við øllum útsýninum, og hetta eru lærararnir sera harmir um. Sum er hava tey útsýn út yvir Nólsoyarfjørð, men hetta verður ístaðin skift út við veggin ella takið á nýggju høllini.

Hin orsøkin er, at eftir læraranna tykki, fer ein høll framman fyri skúlan at viðføra, at ferðslan, og harvið vandin hjá skúlabørnunum, verður nógv økt. Hetta tí venjingar vanliga byrja, tá børnini fáa frí úr skúla, og tí verður ein riðil av børnum, foreldrum og ítróttaíðkarum alt um eina leið, tá skúladagurin er lokin.

Spurdur um hetta ikki kann vera tað sama, tí ferðslan hevði kortini komið, um høllin varð bygd norðan- ella eystanfyri skúlan svarar Heini, at tað heldur hann ikki. Til hetta svarar hann, at varð høllin bygd á upprunaliga ætlaða staðnum, hevði borið til at gjørt veg uttan um skúlan til høllina, soleiðis at børn og bilar høvdu havt hvør sína farleið, og at vandin tí hevði verið nógv minni.


Vit royndu í gjár at fáa eina viðmerking frá teknisku deild á býráðnum, men hetta eydnaðist okkum ikki áðrenn blaðið fór til prentingar.