Heðin D. Poulsen, Karl A. Olsen Kristina Toftegaard Larsen, og Kári á Rógvi, valevni Sjálvstýrisfloksins
--------
Seinnu árini hava verið merkt av knappligum kunngerðum um, at størv og stovnar flyta úr eini oyggj í aðra. Landsstýrisfólk flyta stovnar – og av berari tilvild enda teir har, sum tey sjálvi ætla sær atkvøður. Seinast var eitt starv niðurlagt í Havn og trý størv stovnað í Suðri – samlaða umsitingin veksur, tí samraksturin verður burtur. Tann frálíki arbeiðsmarknaðardepilin, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum vildu víðka út frá góðu royndunum við ALS, ja hann minkar í staðin; synergi og samstarv mugu víkja, tí onkur kemur í tankar um at hava gloymt sína føðioyggj.
Eftirskúli í Suðuroy
Framburðssinnaði politikkurin hjá Sjálvstýrisflokkinum hevði ført heilt annan politikk við sær. Suðuroyggin hevði fingið nógv fleiri og betri størv. Sjálvstýrisflokkurin hevur gingið á odda at skipa eftirskúla í Suðri. Føroyingar fylla í løtuni fleiri skúlar í Danmark. Við næmingunum fara bæði skúlagjøld, lummapengar – og fleiri góð størv.
Føroyingar í føroysk fongsul
Vit hava eisini víst á, at tað er mannminkandi at føroyskir fangar sita í fongsli í Danmark. Bæði fyri virðiligu viðferðina av teimum og teirra avvarðandi – og eisini fyri størvini – eiga vit at skipa fongsul í Føroyum. Tíðin, tá ið fangar vóru sendir um hav, er endað alla aðrastaðni enn her hjá okkum.
Fleiri útbúgvingar í Føroyum
Einamest vilja vit tó hava útbúgvingarnar heim. Bjóða vit allar vanligar útbúgvingar og eftirútbúgvingar út í Føroyum, fáa vit fleiri útbúgvin fólk, men vit fáa eisini betur útbúgvin fólk eftir føroyskum fortreytum. Vit varðveita størri part av teimum útbúnu, vit fáa fleiri kundar og fleiri starvsfólk í tænastuvinnum, vit fáa fleiri starvsfólk í útbúgvingarvinnu og avleiddum vinnum.
Flytið størv heim!
Vit eru sannførd um, at liberalur framburðspolitikkur er betri: at flyta størvini úr útlandinum og heim til Føroya, heldur enn hetta óvirðiliga stríðið at nápa nøkur hissini størv frá hvør øðrum.










