- Flyti meg burtur frá fótbóltinum

- Sáttmálin hjá Eyðun Klakstein gekk út á midnátt.

Eyðun Klakstein, venjari hjá B36 seinastu tvey árini, hevur nú formliga takkað fyri seg. 

 

- Nú á midnátt í kvøld rennur sáttmálin hjá mær við B36 formliga út, og harvið verður endaligt punktum sett fyri eitt tíðarskeið við spennandi fótbóltsavbjóðing, sigur Eyðun Klakstein á Facebook. 

 

Og gjørt upp er heili 400 venjingar farnar afturum. 

 

- 2 ár. Stívliga 400 venjingar. Einir 80.000 kilometrar á vegunum. 65 dystir heima og burturi. 
Tíðin í B36 hevur verið fantastisk – gevandi menniskjaliga og góð ítróttarliga – og alt endar í sama góða anda og tóna, sum tað byrjaði. Samstarvið við leiðslu, leiðarar, hjálparfólk, spælarar og onnur verið sera gott, og áskoðararnir hava bakkað væl upp, sigur Eyðun Klakstein. 

 


Hann heldur, at ítróttarliga hevur tað gingið hampuliga væl. 110 stig í 54 dystum í Effodeildini. 2,04 stig fyri hvønn landskappingardyst. 1 meistaraheiti og 1 topp-4. Kvalifikatión til Champions League og Europa League. 1 góður Champions League sigur.

 

- Okkurt úrslit kundi verið betri, og okkurt avrik átti at verið betri. Men samanumtikið á góðari leið, heldur fráfarandi venjarin. 

 

Hóast hann hevur onkra fótbóltsuppgávu eftir, so styttist til, at Eyðun Klakstein fer at siga farvæl við fótbóltin - í øllum førum eina løtu. 

 


 - Í næstu viku verður tað EM-kapping við U19 landsliðnum í Montenegro, og so verður punktum eisini sett har.  Eftir tað verður tað ein lítil vetrarferia, og síðani fari at flyta meg burtur frá fótbóltinum í eina tíð. Tað kann eisini fara at verða spennandi, sigur Eyðun Klakstein.