Flytbarar smáttur í Grønlandi

Í døgunum 11.- 13. august varð ráðstevnan ARTEK Events hildin í Sisimiut í Grønlandi. Á ráðstevnuni luttók m.a. eitt umboð fyri Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning. Talan er um eina ráðstevnuna, ið Center for Arktisk Teknologi heldur á hvørjum ári. Hetta er ein altjóða ráðstevna, ið viðger evnið innan arktiska teknologi. ARTEK Event 2009 »Tourist Cottages and Climate Change«

Evnið á ráðstevnuni í ár, var Tourist Cottages and Climate Change. Ráðstevnan tók útgangsstøðið í ítøkiligum dømum um, hvussu Grønland partvíst kann verja seg, og partvíst laga set til tær broytingar, sum verða í veðurlagnum. Millum annað við at menna flytbarar smáttur, ið brúka alternativa orku, umframt aðrar skraddaraseymaðar loysnir, ið kunnu stuðla undir eina menning av burðardyggari ferðavinnu og menning av alternativum orkukeldum, serliga í fjarskotnu bygdunum í Grønlandi.

Ráðstevnan varð skipað soleiðis, at fakfólk úr Norðuratlaniska økinum hittust, at skifta orð um vitan og royndir. Málið var at geva teimum luttakandi íblástur og innlit, so arbeiðið við orku og ferðavinnu í útjaðaranum kann styrkjast.

Úr Føroyum luttóku Vilhjálmur Nielsen, samskipara í verkætlanini: Granskingar- og vitanardepilin á Kambsdali, Bergmann Finnsson, ráðgevi á Agenda 21 Stovuni, Kári Thomsen, ark.maa. frá felagnum Easy Domes Ltd. og Olga Biskopstø, ið umboðaði Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning og Útoyggjafelagið.

Nógv evnið vórðu umrødd á ráðstevnuni, og føroysku luttakararnir høvdu framløgur um umhvørvi og ferðavinnu í Føroyum.

Bergmann Finnson lýsti verkætlanir, ið Agenda 21 stovan, saman við kommununum arbeiða við. Kári Thomsen greiddi frá burðardyggum smáttum, Vilhjálmur lýsti verkætlanina Granskingar- og vitanardepilin á Kambsdali, og Olga Biskopstø greiddi frá tiltakinum ?Grønar Útoyggjar?, ið er eitt lið í at menna ferðavinnu og grøna orku á útoyggj.

Ráðstevnan varð stuðlað av NORA (Norrønt Atlantssamstarv) og NATA (North Atlantic Tourism Association).