Borgarar í Klaksvíkar kommunu hava fingið valkortini til kommunuvalið, sum verður týsdagin. Á valkortinum stendur, at kommunuvalið verður hildið í KÍ-høllini, har val vanliga verða avgreidd. Men soleiðis verður kortini ikki hesaferð.
Valnevndin hjá Klaksvíkar býráði hevur avgjørt, at kommunuvalið í staðin skal haldast í Badmintonhøllini, sum er granni hjá KÍ-høllini. Inngongdin verður ímóti Svimjihøllini, útgongd ímóti Skálanum.
Orsøkin til flytingina skal vera koronusmittan, og at atkomumøguleikarnir eru betri í Badmintonhøllini, enn teir eru í KÍ-høllini.











