Flyta í Valhøll aftur mánadagin

Barnagarðarnir, Gjái við Gøtugjógv og Valhøll í Syðrugøtu, fingu báðir staðfest blámusopp í síðstu viku. Í gjárkvøldið varð so skipað fyri fundi fyri foreldrunum at teimum umleið 70 børnunum í barnagørðunum.

Tað er foreldrabólkurin í Gjáa og Valhøll, sum saman við Eysturkommunu skipaðu fyri kunnandi fundinum, sum var í skúlanum við Gøtugjógv.

- Eg haldi, at fundurin gekk heilt væl, og vit fingu lýst støðuna rættiliga væl frá serfrøðingum, so tað haldi eg var ein rættiliga góður fundur, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri.

Blámusoppur varð staðfestur í bæði Gjáa og Valhøll, so hvørjar ætlanir hevur kommunan nú?

- Fyrst er at siga, at tað er staðfestur blámusoppur í Valhøll við boringum, men inniluftin var, sum hon átti. Í Gjáa er arbeiði longu farið í gongd, og líka síðani 2010 er broytingar og batar framdir. Síðani hevur man fylgt gongdini, og nakrir batar verða gjørdir aftrat nú, sigur Jóhan Christiansen.

- Í Valhøll er ikki nøkur støða tikin enn, hvat frægast er at gera, men har skulu helst størri og meira umfatandi umvælingar til, fyri at loysa trupulleikan, sigur Jóhan Christiansen.

Viðvíkjandi sjálvum fundinum hóskvøldið er borgarstjórin í Eysturkommunu væl nøgdur.

- Eg haldi, at vit kunnu siga, at foreldrini fóru klókari til húsa aftur. Kommunan valdi tá við tilráðing frá Innluftstænastuni, at koyra børnini úr Valhøll, fyri at binda um heilan fingur. Eftir fundin vóru foreldrini so trygg í støðuni, at tey kravdu børnini inn aftur í Valhøll, sigur Jóhan Christiansen.

Men kommunan vil fegin tryggja seg framman undan.

- Vit vilja fegin tryggja okkum, og Inniluftstænastan er so komin við einari ætlan um fyribils loysnir, so vit kunnu brúka stovnin fram til summarferiuna, sigur Jóhan Christiansen.

Hann sigur, at tað eisini er vert at hava í huga, at tala er um ein útibarnagarð, og at tað er ógvuliga avmarkað, hvat børnini eru á stovninum.

- Tey møta har um morgunin og tey eta sín matpakka har, men annars eru tey úti meginpartin av tíðini, sigur Jóhan Christiansen.

Kommunan hevur leigað Víkingahúsið sum eina fyribils loysn, men tað húsið er ikki væl egnað til endamálið.

- Tað er ikki nóg væl egnað. Tað er eitt ítróttahús, ið er bygt til tað endamálið, men talan er um eina neyðstøðu, og tí eru tey børnini, ið vóru í Valhøll, farin inn har, sigur Jóhan Christiansen.

Longu mánadagin fara børnini inn aftur í Valhøll, og verða verandi har fram til summarferiuna.

- Eftir summarferiuna rokna vit við, at Gjái verður liðugt umvældur, og tá kunnu nøkur fleiri børn sleppa inn har. Og so rokna vit við, at vit fáa arbeiðsnáir, so vit loysa spurningin við barnaansing eitt ella tvey ár fram, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu.