Flyta upp í august

Sannlíkindini eru stór fyri, at EB/Streymur flytur upp aftur í bestu deildina, áðrenn august mánaður verður liðugur

Átjanda umfar í næstbestu fótbóltsdeildini var í gjár. Toppliðið EB/Streymur var á jóansøku, har úrslitið á Vágseiði var málleysur javnleikur. Sundalagsmenn vunnu brotssparkskappingina og høvdu harvið eitt stig og steyp við sær norður aftur og í summarfrí.

 

07 Vestur, sum er næstovast, tapti í Gundadali ímóti Kaj Leo Holm Johannesen og hinum á næstbesta HB liðnum.

KÍ fór úr Gundadali við einum stigi ímóti Giza Hoyvík, sum harvið er á fimta plássi.

NSÍ vann 6-2 á Sandi, og harvið er NSÍ á triðja plássi.

 

Tað eru nítjan stig frá EB/Streymi og aftur til FC Suðuroy, sum er næsti møguligi avbjóðarin til uppflytingarpláss.. Tað er ikki ein spurningur um, um EB/Streymur skal flyta upp, men heldur um nær uppflytingin verður veruleiki.

EB/Streymur hevur níggju dystir eftir at spæla. 28. august og í 23. umfari eigur EB/Streymur heimavøll ímóti 07 Vestur. Tað kann væl vera, at tað longu tá verður greitt, at uppflytingin verður veruleiki.

 

Víkingur-AB útsettur til 3. august

 

HB-07 Vestur 3-2 (1-1)

0-1: Tóki á Lofti 17.

1-1: Adrian Justinussen 32.

1-2: Høgni Egilstoft Nielsen 48.

2-2: Adrian Justinussen 68.

3-2: Hjalti Djurhuus 90.

 

Giza Hoyvík-KÍ 1-1 (0-1)

0-1: Teitur Fles 9.

1-1: Ahmed Keita 68.

 

B71-NSÍ 2-6 (2-4)

0-1: Debes Danielsen 3.

0-2: Debes Danielsen 5.

0-3: Debes Danielsen 6.

0-4: Mórits Heini Mortensen 11.

1-4: Ibrahima Camara 30.

2-4: Ibrahmia Camara br 32.

2-5: Hans Marius Davidsen 58.

2-6: Jann Benjaminsen 90.

 

FC Suðuroy-EB/Streymur 0-0

 

Støðan

http://www.faroesoccer.com/content.php?pid=50

 

Nítjanda umfar

27. juli

07 Vestur-NSÍ

Giza Hoyvík-EB/Streymur

30. juli

AB-B71

Víkingur-FC Suðuroy

KÍ-HB