Fram til fyri fáum árum síðani var kjakast nógv um fráflyting og vantandi tilflyting, og tað var sæð sum ein avbjóðing í tí føroyska samfelagnum. Fráflyting kom eitt nú á breddan, tá ið bókin Exit Føroyar leiddi til alment orðaskifti um evnið og fleiri boð upp á loysnir vóru havdar á lofti bæði frá politiskari síðu og frá serfrøðingum. Men í dag sigur Hagstovan, at tann gongdin er broytt. Fólkatalið er nú farið uppum 51.000 og størsta orsøkin er, at fólk flyta ikki longur í eins stóran mun av landinum, og alsamt fleiri flyta til Føroya.
- Tann stóra broytingin í gongdini í fólkatalinum kemur einamest av broyttu flytingini, har fráflytingin er minkað nógv, samstundis sum tilflytingin er vaksin. Vit skulu heilt aftur til 1980 fyri at finna so lágt tal fyri fráflytingina, sum tey 1.126, ið fluttu av landinum farna 12-mánaðarskeiðið. Rokna vit fráflytingina í mun til fólkatalið, hevur hon ongantíð verið minni tey síðstu hálvthundrað árini, vit røkka aftureftir í hagtalsgrunninum, skrivar Hagstovan í dag.
- Meðan fráflytingin nú á fimta árið hevur lagt seg á eitt javnt lágt støði, so veksur hinvegin tilflytingin framvegis. Samanlagda úrslitið av minni fráflyting og størri tilflyting er, at nettotilflytingin er vaksin í stórum, og ongantíð hevur verið so stór sum nú, hvørki í tali ella lutfalsliga, skrivar Hagstovan.
- Samanbera vit hetta árið við tey heldur vánaligu árini 2009 -13, so er árliga fráflytingin nú eini 600 fólk minni og tilflytingin eini 400 størri – og tí er ein negativ nettoflyting á 424 í 2011/12 vend til eina positiva nettoflyting upp á 593 hetta seinasta 12-mánaðarskeiðið 2017/18, skrivar Hagstovan í dag.