Flyta til Kunoyar

Kunoyggin er væl umtókt sum búpláss, um hugt verður eftir nettotilflytingini í mun til íbúgvaratalið

Seinastu hagtølini frá Hagstovuni um fólkatalið vísa, at enn einaferð er tað høvuðsstaðurin, sum dregur flest fólk til sín. Innlendis tilflytingin, tað vil siga fólk, sum flyta úr einari kommunu í Føroyum til eina aðra, vísir, at 57 fólk fleiri eru flutt til Havnar enn úr Havnini. 

 

Í mun til fólkatalið tykist Kunoy at vera eitt áhugavert stað hjá fólkum at búseta seg. Tilflytingin til Kunoyar er 13 fólk seinasta árið, sum var góð 10 prosent av fólkatalinum 1. juli 2015.

 

Í hinum endanum er Tvøroyri, har nettofráflytingin er 37 fólk. Eysturkommuna hevur eina nettofráflyting á 36 fólk.

 

Av teimum, sum flyta til Føroya úr útlondum, flyta tey allar flestu til Havnar. 774 fólk eru flutt til høvuðsstaðin úr útlondum. 130 flyta til Klaksvíkar og 123 til Runavíkar.

 

Hóast fólk tykjast støðast illa á Tvøroyri, so eru nógv, sum flyta til Tvøroyri úr útlandinum. 47 fólk eru flutt til Tvøroyrar, sum er fjórðhægsta talið. Kortini hevur Tvøroyri eina nettofráflyting á 31 fólk.