Hetta fer at geva samkomuni munandi betri umstøður til arbeiðið, millum annað sunnudagsskúlan. Higartil hevur sunnudagsskúlin verið hildin kl. 14, men ætlanin er nú at flyta hetta fram til kl. 12 ístaðin. Mett verður, at henda tíðin er meiri hóskandi til virksemið í samfelagnum, og tí at morgungudstænasturnar í samkomuni liggja kl. 11. Spurningurin er lagdur út til foreldrini at siga sína hugsan um, men einki verður kortini gjørt fyrrenn kjallarin er klárur.