Steintór Rasmussen fyrireikari sigur, at av tí, at allir veðurfrøðingar tykjast at vera á einum máli um, at regn verður fríggjadagin, er avgjørt at flyta barnafestivalin, ið verður fríggjadag seinnapart inn. Hetta merkir tó ikki at tiltakið verður minnið festligt, sigur Steintór, ið veit at siga, at høllin verður skrýdd og ætlanin er at m.a. onkrar hoppiborgir verða fluttar inn í høllina. Í høllini verður møguleiki at upliva Silva, gyklaran Ásbjørn og eldblásaran Óla, Trølla-Pætur, Trølla-Ommuna og nýggja Trølla-ommusysturina og Angelu og Hannibal.