Flyta úr trongum umstøðum í snotuligan nýbygning

Miðnámsskúlin í Suðuroynni flytir í næstu viku í nýggja skúlabygnigin í Hovi. Í hesum døgum eru flytikassar og ruskposar gerandiskostur í hølunum, tey nú fara úr

Nýggi miðnamsskúlin í Hovi verður tikin í nýtslu í komandi viku. Tá flytur Miðnámsskúlin í Suðuroynni úr hølunum í og kring Vágs Skúla, har skúlin hevur húsast í mong ár undir trongum korum.

Nýggi og stásiligi skúlin í Hovi verður karmur um skúlagongd frá í næstu viku, tá miðnámsskúlanæmingar fara hagar at ganga í skúla, og seinni fara eisini næmingar á Heilsuskúlanum at hava sína skúlagongd har, og nýggi skúlin hevur eisini alla hugsandi útgerð til júst hetta endamál.

Í hesum døgum verður flutt og pakkað, og flytikassar og svartir posar eru gerandiskostur, nú bøkur, pappír og annað skal úr Vági og til Hovs.

Við hesum fær Vágs Skúli eisini betur umstøður, tí nú fær hann hølini aftur, ið Miðnámsskúlin hevur húsast í.