Flyta úr Stoffalág til Heykavegin

Vegna ov trongar umstøður flytur matvøruhandilin Sp/f PE um stutta tíð úr Stoffalág til Heykaveg 2, har bilasølan hjá Meinhardt Arge og klædnahandilin Jungmann fyrr hava hildið til

Eftir 21 ár í Stoffalág flytur matvøruhandilin Sp/f PE um stutta tíð til Heykaveg 2, har bilasølan hjá Meinhard Arge og klædnahandilin Jungman áður hava verið. Flestu munnu forvitnast um, hví tað er.

Tað kemst av at umstøðurnar eru ov trongar. Goymslan er blivin ov lítil, og ov trongligt er at parkera bilin í Stoffalág. Eisini er leigusáttmálin um at renna út, greiðir Petur Eirik Djurhus, stjóri í Sp/f PE, frá.

Vit hava valt at flyta júst til Heykavegin, tí at handilin skal helst liggja nøkulunda í sama grannalag. Lætt er at koma til handilin, av tí at ringvegurin liggur tætt við. Eisini eru nógv arbeiðspláss har í nánd, sigur Petur Eirik.

Vit vænta ikki at missa kundar orsakað av at vit flyta. Vit vóna, at handilin er so mikið væl umtóktur, at kundarnir fylgja við og fara at dáma tær nýggju umstøðurnar, sigur stjórin í Sp/f PE, Petur Eirik Djurhuus.

Handilin fer tó at varðveita navnið Sp/f PE.