Flyta nú úr Havnini

– Tað verður longu hesa vikuna, at tey flyta

Tað er nú greitt, at Svimjisambandið fer at flyta úr Havnini. Eins og onnur sersambond undir ÍSF, hevur Svimjisambandið annars hildið til í ÍSF húsinum í Havn.

Men nú nýggj svimjihøll skal byggjast í Havn, skal ÍSF húsið takast niður og í tí sambandi verður Svimjisabadið húsvilt longu leygardagin,tí tá hava tey fingið boð um at vera úti.

Og nú er avtalað gjørd við Runavíkar kommunu um at fáa høli í Saltangará at húsast í. Og sostatt verður tað longu nú fríggjadagin, at Svimjisambamdið flytur inn til Saltangará, har tað skal halda til í somu hølum sum Visit Runavík.

Tað er mitt í Saltangará, beint við ítróttarøkið og beint við tunnilsmunnan til Havnar, og har fær Svimjisambandið skrivstovuhøli og goymsluhøli.

Tey halda, at hetta er ein góð loysn fyri Svimjisambandið. Hølini í Saltangará eru sera væl hóskandi til okkara tørv, og tey liggja væl fyri við tað, at trý av seks virknum svimjifeløgum eru í Eysturoy, sigur Svimjisambandið í tíðindaskrivi nú seinnapartin.

– Og nú Eysturoyartunnilin verður tikin í brúk, verður tað stutt til Havnar, og vónandi verður tað skjótt eisini heilt stutt til eina stásiliga svimjihøll, sum Runavíkar kommuna ætlar at byggja við Løkin, sigur Svimjisambandið.